Broyting og avmarking á Tidarrit.fo

16. apríl 2026

Frá síðst í apríl í ár verður einans møguligt at lesa talgildu føroysku bløðini og tíðarritini, sum í løtuni eru á tidarrit.fo, við at vitja á Landsbókasavninum.

Tøkniligi pallurin, sum tidarrit.fo liggur á, verður tíverri niðurlagdur. Atgongd verður framyvir umvegis eina aðra skipan, men fyribils einans inni á Landsbókasavninum. Sostatt fer tað ikki at bera til, at sita heima við telduna og leita í gomlu føroysku bløðunum. Hetta hava fleiri annars havt stóra gleði av síðani skipanin kom fyri nøkrum árum síðani. 

Síðani vit frættu um broytingina, hava vit arbeitt við nýggjari loysn. Vit vóna, at tað ikki gongur ov long tíð til, vit aftur kunnu geva almenninginum fría atgongd til eldru bløðini á netinum, eisini heima. 

Fyribils verður støðan tó tann, at atgongd bert fæst við at koma inn á Landsbókasavnið. Her kanst tú brúka okkara teldur ella hava egna farteldu við. Starvsfólk á Landsbókasavninum eru klár at vegleiða vitjandi at brúka nýggju skipanina.

Vit harmast støðuna, men vóna at kunna bjóða atgongd aftur um ikki ov langa tíð.

Annars kunnu vit vísa á, at fleiri føroysk bløð og tíðarrit eisini liggja talgild atkomulig á www.timarit.is. Her er eisini íslendskt og grønlendskt tilfar. Ongin broyting er á hesum pallinum.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

Broyting og avmarking á Tidarrit.fo

Frá síðst í apríl í ár verður einans møguligt at lesa talgildu føroysku bløðini og tíðarritini, sum í løtuni eru á tidarrit.fo, vi… Les meira »


16. apríl 2026
15 góðar um list og listafólk

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá apríl til mai e… Les meira »


15. apríl 2026