Tíðindi
Universitetsbókasavnið skal styrkjast
Landsbókasavnið sum universitetsbókasavn - Strategi 2025-2030
Fyri at røkja og menna uppgávuna sum universitetsbókasavn á besta hátt, hevur Landsbókasavnið gjørt eina strategi, sum skal virka sum stavnhald fyri menningini. Orð eru sett á 7 strategisk virkisøkir og mál, sum bókasavnið longu er farið at virka eftir.
Landsbókasavnið hevur í nógv ár veitt tænastur til lesandi, undirvísarar og granskarar á Fróðskaparsetrinum - og til almenningin annars. Í fjør var staðfest í lóg, at Landsbókasavnið formliga skal vera universitetsbókasavn og skal styrka hesa tænastuna. Harumframt er Landsbókasavnið høvuðsbókasavn og tjóðbókasavn.
Strategiin kann lesast her:
Strategi, universitetsbókasavnið 2025-2030.pdf
Seinastu greinar

Bókasavnið er stongt ólavsøkuaftan 28 juli, ólavsøkudag 29. juli og mikudagin 30. juli. Opið er aftur hósdagin 31. juli. kl 10 - 1… Les meira »

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá juli til augus… Les meira »