Lýsing eftir Bókasavnshjálpara til Landsbókasavnið

22. mai 2025

Er tað tær vit leita eftir?

Vit sóknast eftir einum stravsfelaga at arbeiða í Innkeypsdeildini og í móttøkuni. At byrja 1. september 2025. Innkeypsdeildin skipar fyri innkeypi av føroyskum og útlendskum tilfari til Landsbókasavnið og onnur bókasøvn í landinum. Tú kemur, saman við øðrum at gera bókasavnstilfar klárt til útláns, umframt at hava annað fyrifallandi arbeiði. Í móttøkuni kemur tú at avgreiða okkara viðskiftafólk og tí er týdningarmikið at tú kanst samskifta við fólk tú ikki kennir, bæði andlit til andlits og í talu og í skrift.

Vit vænta at tú hevur · Góð samstarvsevni · Góðan tænastuhugburð og dirvi til at taka ábyrgd · Góðan teldukunnleika · Góðir málførleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum er ein fyrimunur · Góðan røkjuskap og er álítandi og fleksibul · Miðnámsprógv ella líknandi · Koyrikort

Vit kunnu bjóða · Eitt fjøltáttað og spennandi starv í einum gevandi arbeiðsumhvørvi · Góða upplæring · Skiftandi arbeiðsuppgávur · Eitt gott toymi har dentur verður lagdur á trivnað

Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv 39 tímar um vikuna við møguleika fyri niðursettari tíð. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) sendast til: Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tórshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

Umsóknarfreistin er týsdagin 1. juli 2025. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð á tlf. 340511 ella við telduposti til annikas@lbs.fo


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Freistin at søkja um bókasavnsgjald er 1. oktober

Kunning um skráseting til nýggjar móttakarar av bókasavnsgjaldi. GG Upplesarar hava nú eisini rætt til bókasavnsgjald. Les meira »


23. september 2025
Mentanararvur á bókasavninum - eitt innlit í føroyska samfelagið gjøgnum tíðina

Landsbókasavnið hevur gjørt eina nýggja framsýning við tilfari, ið lýsir ein part av føroyska mentanararvinum, sum Landsbókasavnið… Les meira »


17. september 2025