#BannaðarBøkur

07. oktober 2025

Síðan 1982 hevur Banned Books Week verið í USA hvørt ár í septembermánaða. Í Norra, Svøríki og Danmark er vikan løgd 5. – 12. oktober, og her eru tað PEN felagsskapirnir , sum eru stigtakarar til átakið #BannaðarBøkur. Eisini í Grønlandi og Føroyum eru bókasøvn partur av átakinum.

Bøkurnar, ið vit hava valt at vísa fram, eru eitt úrval av listanum av bannaðum bókum hjá Dansk PEN. Allar bøkurnar á listanum eru ella hava verið bannaðar ella sensureraðar onkrastaðni í heiminum, tær eru valdar út soleiðis, at tær fevna um so nógv av heiminum sum møguligt. Umframt eru grundgevingar til forboðini ymiskar, tey kunnu eitt nú snúgva seg um átrúnað, kyn, rasu, samleika, politikk ella talu -og skrivifrælsi.

Við átakinum #BannaðarBøkur verður sjóneyka sett á sensur og talu - og skrivifrælsi.  

Bøkur bæði til børn og vaksin fáa mótstøðu frá borgarum og myndugleikum, í hesum døgum eru tað serliga bókmentir um kyn og samleika, ið birta til kjak. Í USA er bókin Gender Queer eftir Maiu Kobabe mest bannaða bókin í løtuni. Talan er um eina “graphic novel” til ung um at finna seg sjálvt sum non-biner. Men bøkur, ið finnast at valdi, rasustríðsmálum og átrúnaðarligum trábeitni, verða eisini sensureraðar. Kinesiski listamaðurin Ai Weiwei noyddist at flýggja til Portugal, eftir at hann í síni sjálvsævisøgu ákærdi kommunistaflokkin fyri mutur. Nobelprísvinnarin Svetlana Aleksijevitj fær ikki sínar bøkur útgivnar í Belarus, tí hon lýsir lívið hjá vanligum menniskjum í einum einaræðisstýri. Sjálvt Harry Potter bøkurnar eru bannaðar fleiri staðni m.a. í Bulgaria, Sameindu Arabisku Emiratinum, Grikkalandi og í fleiri skúlum og bókasøvnum í USA. Atfinningarsamar røddir siga, at røðin presenterar satanismu og ger gjøldur burturúr kristindóminum.

Orðaskifti um føroyskar bøkur

Í Føroyum eru vit ikki von at banna bøkur, men vit hava fleiri ferðir upplivað at bøkur, bæði týddar og upprunaføroyskar elva til stórt kjak í føroyska samfelagnum. Eisini her hjá okkum hava orsøkirnar verið ymiskar, tær fevna eitt nú um átrúnað, rasu, kyn og samleika. Á borðinum liggja fýra ymiskar bøkur, sum kjakast hevur verið um, bæði á netinum, í lesarabrøvum og á tingsins røðarapalli.

Vit hava valt fýra ymiskar bøkur, sum kjakast hevur verið um, bæði á netinum, í lesarabrøvum og á tingsins røðarapalli. Í 1978 vórðu tvey mál løgd fram í Løgtinginum, ið bæði snúðu seg um at mótmæla, at Norðurlandaráðið veitti stuðul til týðing av svensku barnabókini Kammerat Jesus til føroyskt. Løgtingið samtykti einmælt at mótmæla at mentunargrunnur norðurlandaráðsins stuðlaði útgávuni. Í bløðunum var eisini heitt kjak um týðingina av bókini, lesarabrøv vóru bæði fyri og ímóti týðingini. Bókin Javnlíkin Jesus kom út á føroyskum í 1979 á forlagnum Hitt Føroyska Studentafelagið í Keypmannahavn. Bókin Hin stóra bókin um familjur kom út í 2011 á forlagnum Bókadeild Føroya Lærarafelags, og eisini henda útgávan elvdi til kjak. Í 2013 varð lesarabræv skrivað, har heitt varð á dagstovnar um at beina bókina burtur, eisini vóru løgtingsfólk í Degi og viku og kjakaðust um bókin var hóskandi at hava á stovnum ella ikki. Høgni Mohr gav í 2022 út bókina Saga Jam, bókin skapti mikla øsing í føroyska samfelagnum, serliga á sosialu miðlunum. Á vári 2024 vann Høgni Mohr lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum fyri bókina Saga Jam. Fyrr í ár kom bókin 'Vit kunnu takka nekarunum fyri tónleikin' eftir Rana Nolsøe út. Í hesum føri var tað ikki sjálv bókin, ið elvdi til kjak, men heldur heitið á bókini.

Les meira um danska PEN, átakið #BannaðarBøkur
og síggj listan av bannaðum bókum, ið danska PEN
hevur savnað við at fara á danskpen.dk

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

#BannaðarBøkur

Síðan 1982 hevur Banned Books Week verið í USA hvørt ár í septembermánaða. Í Norra, Svøríki og Danmark er vikan løgd 5. – 12. okto… Les meira »


07. oktober 2025
1. september byrjaði Barbara Reynheim Petersen í starvi sum bókasavnshjálpari á Landsbókasavninum. Hjartaliga vælkomin, Barbara

Les meira »


01. oktober 2025