Tíðindi
Tríggir vinnarar funnir á Vísindavøkuni 2025
Umleið 350 svarseðlar komu inn. Vit hava nú funnið tríggjar vinnarar.
Øll kunnu læna á øllum bókasøvnum í landinum - og tað er ókeypis at vera lánari
Hetta vóru svarini til tveir teir fyrru spurningarnar hjá okkum á ársins vísindavøku. Tá svarað varð uppá triðja spurningin, vóru tað fleiri, sum hildu, at man væl kundi seta kross í báðar svarmøguleikarnar. Vit hava tí eisini góðtikið at ein, sum arbeiðir á bókasavninum, bæði kann vera ein bókavørður og ein bókaormur.
Landsbókasavnið var við til Vísindavøkuna 2025 í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 26. september. Tað var Granskingarráðið, sum aftur í ár skipaði fyri, og á skránni vóru m.a. fyrilestrar og básar serliga ætlað børnum í miðdeild fólkaskúlans.Vit høvdu ein bás, har vit kunnaðu um føroysk bókasøvn. Vitjandi kundu svara trimum spurningum og harvið luttaka í eini spurnarkapping. Vinningarnir vóru trý gávukort á 500 krónur. Rættiliga nógv børn, ung og eisini vaksin vitjaðu vísindavøkuna, og eini 350 svarseðlar komu inn. Tríggir vinnarar eru nú funnir og fáa beinleiðis boð.
Seinastu greinar
Hans Jacob Jacobsen var føddur í Skálavík í 1901 og andaðist í Havn í 1987. Tað eru í ár 125 ár síðani, hann varð føddur. Hans Jac… Les meira »
Tann 15. í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning, við 15 útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá august til september er… Les meira »



