Tíðindi
Tú og eg eiga vitanina!
Hesa vikuna greiða vit frá rákinum um OPNA ATGONGD í sambandi við gransking og vísindaligt arbeiði.
Tað er altjóða OPIN ATGONGD vika og evnið er: Hvør eigur vitanina?
Open Access, ella Opin Atgongd, er hugtak innan gransking, har dentur verður lagdur á, at vitan, sum er vunnin fyri almennar granskingarpengar, skal vera almenn og ókeypis atkomulig fyri øll. Tað skal vera opin atgongd.
Øll skulu kunna lesa, taka niður, avrita, deila, prenta út, leita í og nýta tilfarið. Tað verið seg til undirvísing, nýggja gransking ella til annað endamál. Einasta treyt er, at ein altíð vísir til høvundar á rættan hátt.
Hugtakið Opin Atgongd snýr seg eisini um treytir, tá vísindaligar greinar skulu gevast út. Hetta tryggjar at lesarar hava ókeypis atgongd til vísindaligt tilfar – heldur enn, sum mest vanligt er í dag, at ein noyðist at rinda hald hjá forløgum fyri at sleppa fram at vísindaliga tilfarinum.
Tað eru týðiligir fyrimunir fyri samfelagið við Opnari Atgongd. Granskingarúrslit gerast sjónligari og lættari at endurnýta, og hetta stimbrar somuleiðis til nýggja gransking.
Grundleggjandi reglur fyri opnari atgongd vórðu settar fram í Berlinyvirlýsingini frá 2003: Berlin Declaration on Open Access to Knowledge in the Sciences and Humanities.
Hendan yvirlýsingin er undirskrivað av fleiri altjóða granskingarsamtøkum.
Almenn bókasøvn eru eisini grundað á hesa somu hugsjónina um opna og ókeypis atgongd, og stuðla vit tískil sjálvsagt hesum ráki. Tann vitan, sum er vunnin grundað á almenna fígging, eigur sjálvsagt at vera lætt atkomulig fyri teg, sum í grundini hevur rindað fyri arbeiðið og tí eigur vitanina.
Seinastu greinar
Hesa vikuna greiða vit frá rákinum um OPNA ATGONGD í sambandi við gransking og vísindaligt arbeiði. Les meira »
Hvør eigur vitanina? Í komandi viku frá 20. til 24. oktober er altjóða OPIN ATGONGD vika Les meira »