Tað er nóg mikið at rinda einaferð

21. oktober 2025

Alment fíggjað gransking eigur at verða alment atkomulig.

Í dag er vanligt, at borgarin rindar skatt, so gransking kann gerast. Men tú rindar umaftur fyri at lesa vísindaligu greinarnar! 

Tí spyrja vit hesa vikuna: Hvør eigur vitanina? Í dag er tað forlagið. Men við Opnari Atgongd verður tað samfelagið.

Vit ynskja at granskarar leggja vísindaligu greinarnar í almenna grunnin pure.fo. Vit ynskja eisini at lesandi lata Landsbókasavninum MA-ritgerðir, so at fleiri kunnu byggja víðari á tínari vitan.

Endamálið við Opnari Atgongd (Open Access - OA) er, at granskingarúrslit, sum eru fíggjað við almennum stuðli, eru so lætt atkomulig sum gjørligt og ókeypis fyri øll.

Her eru tvey video, sum greiða nærri frá O.A.:
https://www.youtube.com/watch?v=gzRgknylTEM&t=3s

https://www.youtube.com/watch?v=L5rVH1KGBCY

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

15 góðar um tíð

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá desember til jan… Les meira »


15. desember 2025
Adventsviðmæli

Triðja adventsbókin, ið vit hava valt, er skaldsøgan Emma eftir bretska høvundin Jane Austen. Jane Austen varð fødd 16. desember… Les meira »


14. desember 2025