Svørt orkidé skein bjartast

21. oktober 2025

og Seinasta paradís á jørð er best í norðurlondum

Fyri løtu síðani varð kunngjørt, at Vónbjørt Vang fær bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri yrkingasavnið Svørt orkidé. Sostatt skuldu tað ganga heili 39 ár frá at Rói Patursson fekk henda heiður í 1986 til føroyingur aftur fekk heiðurin nú í 2025.

Føroyar, føroyski bókmentaheimurin og føroysku bókasøvnini fegnast og samgleðast við Vónbjørt um henda ovurstóra heiður. Vit ynskja Vónbjørt Vang, forlagnum Eksil og øllum kæru hjá Vónbjørt hjartaliga til lukku við væl uppiborna heiðrinum.

Samstundis var eisini kunngjørt at Sakaris Stórá fær filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri filmin "Seinasta paradís á jørð", sum eisini er fyrsti føroyski filmur, ið higartil er tilnevdnur.
Vit ynskja Sakarisi og øllum í føroyska filmsumhvørvinum hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Samstundis ynskja vit øllum tilnevndu hjartaliga til lukku.

 

 

 

 

 

 

 

 

Á síðuni hjá Norðurlandaráðnum kanst tú síggja og lesa um allar vinnararnar í 2025: HER


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

15 góðar um tíð

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá desember til jan… Les meira »


15. desember 2025
Adventsviðmæli

Triðja adventsbókin, ið vit hava valt, er skaldsøgan Emma eftir bretska høvundin Jane Austen. Jane Austen varð fødd 16. desember… Les meira »


14. desember 2025