Grøna leiðin er ein møguleiki

22. oktober 2025

Tað er ymiskt hvørjar treytir forløg seta, tá granskarar vilja geva greinar út í tíðarritum. 

Vel grønu útgávuleiðina, t.e. gev út, legg síðani góðtikna handiririð (post print) í eitt Open Access varðveitslusavn (self-archiving) og varðveit høvundarættin. Minst til, tú eigur høvundarættin - ikki forlagið.

Legg eisini PDF-fíluna í Pure.fo. 90% av útgevarum av vísindaligum tilfari hava góðtikið, at greinar, sum tey geva út, kunnu samstundis vera útgivnar í opnari atgongd, annaðhvørt beinanvegin ella aftaná 6-12 mánaðar (t.e. embargo).

Meira um útgávupolitikk hjá einstøkum tíðarritum, útgávuseinkan og hvat slag av greinum kunnu goymast í varðveitslusøvnum, finnur tú her: https://openpolicyfinder.jisc.ac.uk/

Leggjast kann afturat, at føroyska granskingarnevndin samtykti 5. mars 2014, at Granskingarráðið í prinsippinum skal taka undir við Open Access politikki fyri vísindaligt arbeiði, sum er fíggjað úr Granskingargrunninum.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

15 góð yrkingasøvn

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá mars til… Les meira »


15. mars 2026
Maria R. Mikkelsen (1877-1956)

Í dag á kvinnustríðsdegnum fara vit at heiðra eina heilt serliga kvinnu, sum hevur havt sera stóran týdning fyri samtíðina, okkum… Les meira »


08. mars 2026