Gylta leiðin er eisini ein møguleiki

23. oktober 2025

Tann vanligasti útgávuhátturin við treytum um Open Atgongd er Gold Access

Gylta leiðin (Gold Access) til útgávu er, tá greinin verður útgivin í opnum vísindaligum tíðarriti uttan útgávuseinkan. Hendan leiðin er ókeypis fyri brúkaran, men eitt gjald kann verða lagt á høvundin/stovnin. Gylta leiðin er vanlig, og tað er tann, sum flestu størstu altjóða útgevarar bjóða.

Tað finst eisini Hybrid Gold Access, tá kemur greinin út í vanligu haldaratíðarritunum, men høvundurin rindar forlagnum eitt gjald fyri at fáa greinina útgivna við opnari atgongd. Til ber at søkja stuðul frá Granskingarráðnum til útgávur við opnari atgongd les meira her: Frí atgongd til granskingarúrslit.

Á DOAJ.org er yvirlit yvir tíðarrit, ið geva út við opnari atgongd. Tú eigur verkið, ikki forlagið.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

15 góð yrkingasøvn

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá mars til… Les meira »


15. mars 2026
Maria R. Mikkelsen (1877-1956)

Í dag á kvinnustríðsdegnum fara vit at heiðra eina heilt serliga kvinnu, sum hevur havt sera stóran týdning fyri samtíðina, okkum… Les meira »


08. mars 2026