Rithøvundurin eigur upphavsrættindini

24. oktober 2025

Upphavsrættur spælir ein stóran leiklut í útgávu við opnari atgongd.

Við opnari atgongd letur høvundurin ikki rættindini frá sær, men gevur forlagnum eitt nýtsluloyvi til verkið, so at øll kunnu útvega sær tað og nýta tað við einføldum treytum.

Creative Commons loyvini eru vanligu loysnirnar í hesum sambandi.
Les meir um Creative Commons á síðuni Creativecommons.org her 

Útgávuhátturin við opnastu treytunum kallast CC-BY. Her letur rithøvundurin ávís rættindi m.a. til at deila, broyta og at brúka verkið í undirvísing, so leingi víst verður til høvundin.

Vit viðmæla, at granskarar seta CC-loyvi á greinar, sum teir leggja á Pure.fo.

Tú eigur vitanina, og tú ásetur treytirnar - ikki forlagið.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

15 góð yrkingasøvn

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá mars til… Les meira »


15. mars 2026
Maria R. Mikkelsen (1877-1956)

Í dag á kvinnustríðsdegnum fara vit at heiðra eina heilt serliga kvinnu, sum hevur havt sera stóran týdning fyri samtíðina, okkum… Les meira »


08. mars 2026