Til Bókasøvnini. Freistin at søkja um stuðul til føroyskar bøkur er 1. november 2025

24. oktober 2025

Fráboðan um stuðul til fólkabókasøvn til keyp av føroyskum

Í fráboðan um stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum 30. august 2024 boðaði Sirið Stenberg, landstýriskvinna í almanna- og mentamálum frá, at í minsta lagi 434 tús. kr. fóru at verða settar av til at keypa føroyskar bøkur til menning av fólkabókasavnstænastum í kommununum. Stuðulin verður latin sambært kunngerð nr. 72 frá 18. juni 2024 um stuðul til menning av  fólkabókasavnstænastum. Endamálið við stuðlinum er at fáa nýggjar føroyskar bøkur út til allar borgarar í landinum.

Kommunur kunnu søkja um stuðul til bøkur sum eru ella verða keyptar í 2025. Stuðulin verður eftir ætlan býttur soleiðis:

Kommunur, har eingin fólkabókasavnstænasta er, upp til kr. 7.500

Kommunur, ið veita ávísar fólkabókasavnstænastur, upp til kr. 20.000

Klaksvík og Runavík, upp til kr. 55.000

Tórshavn, upp til kr. 80.000

 

Vil ein kommuna ikki søkja um stuðul til keyp av føroyskum bókum, kann kommunan lata stuðulin til veitarakommununa, um avtala er gjørd millum kommunurnar um hetta.

 

Kommunurnar standa sjálvar fyri keyp av føroyskum bókum. Stuðulin verður fluttur, tá kvittan fyri keyp av føroyskum bókum er Landsbókasavninum í hendi.

 

Endurgjald fæst fyri føroyskar bøkur keyptar í 2025. Eru føroyskar bøkur keyptar umvegis Landsbókasavnið, kann upphæddin verða mótroknað.

 

Umsókn um stuðul skal sendast Landsbókasavninum í seinasta lagið 1. november 2025. Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Landsbókasavnið.

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Bókadagar 2025

Vit, Føroysku Bókasøvnini og Føroyar lesa takka fyri í ár, takk til tykkum øll, ið komu til okkara tiltak leygardagin. Serliga vil… Les meira »


18. november 2025
15 góðar um vitan, falstíðindi og møsn

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá november til desem… Les meira »


15. november 2025