Atgongd til yvir 7.000 bløð og tíðarrit úr øllum heiminum

07. november 2025

Bókasøvn kring landið bjóða tær nú at lesa yvir 7000 túsund bløð og tíðarrit úr øllum heiminum. Vit hava teknað hald til PressReader - til tín ókeypis at brúka.

Á Landsbókasavninum og 18 øðrum bókasøvnum kring landið hevur tú nú atgongd til fleiri túsund ymisk bløð og tíðarrit úr øllum heiminum. Eisini er eitt stórt úrval til børn og ung.

Les m.a. Rolling Stone, Vogue, Boligmagasinet, Gør-det-selv, Illustreret videnskab, Women´s Weekly, Costume, Politiken, New York Times, The Washington Post, The Wall Street Journal, The Guardian og nógv fleiri.

Fá samband

Fyri at fáa samband skalt tú fyrst vitja bókasavnið við tíni telefon, teldli ella farteldu. Har skalt tú bara fáa samband við tráðleysa netið (hotspot) á staðnum. So kanst tú heilt ókeypis velja ímillum fleiri enn 7.000 bløð á yvir 60 málum á appini Pressreader ella heimasíðuni pressreader.com. 

Eisini heima

Til ber at sita á bókasavninum og lesa. Vilt tú heldur lesa heima, ber tað eisini til við at taka tilfarið niður við appini. Tá tú hevur verið á bókasavninum hevur tú framvegis atgongd í 7 dagar. Fyri at endurnýggja atgongdina kemur tú bara aftur á bókasavnið. 

Les og lurta

Greinarnar kunnu sjálvandi lesast, men eisini ber til at hoyra tær og enntá ber til at fáa tær týddar til onnur mál.

Ger títt egna PressReader

Um tú vilt fáa enn størri gleði av PressReader, so ber til at stovna tín egna vanga, goyma yndisbløð og greinar at lesa seinni, skriva viðmerkingar til greinar, goyma tínar egnu leitingar og fáa boð um nýggjar útgávur. 

Finn tað her: www.pressreader.com


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

Atgongd til yvir 7.000 bløð og tíðarrit úr øllum heiminum

Bókasøvn kring landið bjóða tær nú at lesa yvir 7000 túsund bløð og tíðarrit úr øllum heiminum. Vit hava teknað hald til PressRead… Les meira »


07. november 2025
Yrkingin í novembur

Týsdagin 21. oktobur varð kunngjørt, at Vónbjørt Vang fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri savnið Svørt orkidé. Í h… Les meira »


01. november 2025