Tíðindi
Vinnarin av Lesaravirðislønini 2026 funnin.
Bókin Svørt Orkidé hjá Vónbjørt Vang hevur vunnið Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.
Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.
Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Svørt Orkidé” eftir Vónbjørt Vang, ”Altartalvan” eftir Jógvan Isaksen og ”Marta Marta” eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs. Vinnarin gjørdist ”Svørt Orkide”.
Mikudagin 4. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin handað á Landsbókasavninum.
Virðislønin er 30.000 kr. Tiltakið er alment, umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit
Hetta er triðju ferð, at Lesaravirðislønin verður latin. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur.
Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Seinastu greinar
Bókin Svørt Orkidé hjá Vónbjørt Vang hevur vunnið Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum. Les meira »
Yrkingina henda mánaðin eigur skaldið Regin Dahl. Yrkingin ber heitið Fyri vár og stendur í savninum Óttukvæði, ið kom út í 1955,… Les meira »