JØRGEN-FRANTZ JACOBSEN 125 ár

29. november 2025

Í dag, 29. november eru tað 125 ár síðani Jørgen-Frantz Jacobsen varð borin í heim. Jørgen-Frantz er mest kendur fyri skaldsøguna Barbara, ið kom út í 1939, eitt ár eftir deyða hansara. Chr. Matras føroyskaði bókina í 1972 við heitinum Barba og harra Pál.

Sum heilt ungur fór Jørgen-Frantz til Danmarkar at ganga í skúla. Men longu tá hann var fyrst í 20’inum bleiv hann raktur av sjúkuni tuberklum, og stríddist við sjúkuna fram til 24. mars 1938, tá hann andaðist bert 37 ára gamal.

Landsbókasavnið hevur nøkur brøv og handrit hjá Jørgen-Frantz í varðveitslu, umframt upprunahandritið til skaldsøguna Barbara.

Í framsýningini vísa vit eitt úrval av brøvum hansara til mammu sína. Sum barn gjørdi hann eisini tvær hondskrivaðar bøkur til mammuna, ið vit hava valt at vísa fram.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Yrkingin í januar

Vit byrja nýggja árið við yrkingini REGN úr savninum LIBIDO. Savnið hevur Jóhan Mortensen skrivað undir dulnevninum HOT. LIBIDO ko… Les meira »


01. januar 2026
Dagmar Joensen-Næs 130 ár

Í dag eru 130 ár síðan Dagmar Joensen-Næs varð fødd. Gamlaárskvøld er høvi at takka fyri tað farna, og eisini at hyggja fram í tíð… Les meira »


31. desember 2025