Mín jólabók

28. november 2025

Á vetri 1950 kom fyrsta útgáva av Míni jólabók. Tað vil siga, at í 75 ár hevur Mín jólabók ríkað okkara desembermánaða við hugnaligum søgum, yrkingum og seinni árini eisini ítrivum, at stytta okkum stundir við, meðan vit bíða. Bara tað árið, tá glæstribøkurnar komu út í 1958, varð Mín jólabók ikki givin út. Bókadeild Føroya Lærarafelags fekk í 2023 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri Mína jólabók.

Í sambandi við stóra føðingardagin hava vit savnað allar 74 útgávurnar av Míni jólabók saman. Við hesum 74 bókunum á einum og sama stað sæst, hvussu Mín jólabók er broytt gjøgnum árini. Serliga týðilig er broytingin í 2004, tá bókin varð broytt til eina kalendarabók í 24 pørtum.
Vit hava eisini verið í goymsluni og funnið eitt úrval av Míni jólabók, ið hvørki eru innbundnar ella plastaðar. Tað er ikki møguligt at lána hesi eintøkini.
Øll árini hevur siður verið at bæði okkara viðurkendu rithøvundar og myndlistafólk og rithøvunda- og listaspírar lata tilfar til jólabókina. Til framsýningina hava vit tikið nakrar av mongu vøkru permunum á Míni jólabók og gjørt tær til plakatir í A3 stødd. Millum tær, vit hava valt, er eitt nú perman, sum Elinborg Lützen gjørdi til Mína jólabók 1960 og perman, sum Beinta Johannesen gjørdi í 1987 einans 13 ára gomul.
Til ber at lána Mína jólabók alt árið!
Vit ynskja Bókadeildini og Míni jólabók hjartaliga til lukku!


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Mín jólabók

Á vetri 1950 kom fyrsta útgáva av Míni jólabók. Tað vil siga, at í 75 ár hevur Mín jólabók ríkað okkara desembermánaða við hugnali… Les meira »


28. november 2025
Bókasavnsgjaldið 2025

Bókasavnsgjaldið fyri 2025 verður útgoldið ein av komandi døgunum. Eins og undanfarnu ár verður útgjaldið goldið sum b-inntøka. Ú… Les meira »


27. november 2025