Adventsviðmæli

14. desember 2025

Triðja adventsbókin, ið vit hava valt, er skaldsøgan Emma eftir bretska høvundin Jane Austen. Jane Austen varð fødd 16. desember 1775, sostatt eru tað í ár 250 ár síðani, at hon varð borin í heim. Hon doyði 18. juli 1817 bert 41 ára gomul.

Jane Austen bleiv ikki av álvara viðurkend sum rithøvundur fyrr enn aftaná hon doyði. Skaldsøgurnar Sense and Sensibility (1811), Pride and Prejudice (1813), Mansfield Park (1814) og Emma (1815) vórðu útgivnar dulnevnt, tí tá í tíðini var tað ikki væl sæð, at kvinnur skrivaðu, serliga ikki skaldsøgur.

Skaldsøgan Emma snýr seg um 21 ára gomlu Emmu, ið er ein vøkur, vís og rík kvinna, sum hevur alt, ið henni tørvar. Hon heldur seg sjálva vera eina dugnaliga krøkikelling og brúkar tískil nógva tíð uppá at royna at fáa ymiskar kenningar saman í hjúnaband. Hennara uppílegging førir tó ofta til misskiljingar og fløkjur.

Á Landsbókasavninum ber til at lána bókina Emma á enskum og á donskum. Tað er eisini møguligt at lána hana sum ebók á enskum og sum ebók og ljóðbók á donskum inni á eReolen.

Góðan sunnudag


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Tilnevningar til Lesaravirðislønina 2026

Á triðja sinni skipa føroysku bókasøvnini fyri Lesaravirðislønini. Les meira »


04. februar 2026
Fyrstu 5 ECTS á Landsbókasavninum

Í gjár, týsdag 3. februar 2026 var ein merkisdagur á Landsbókasavninum, tá lesandi av Søgu- og samfelagsdeildini hjá Fróðskaparset… Les meira »


04. februar 2026