Tíðindi
Bókasavnsráðið er sett
20. mars 2026
7 limir eru tilnevndir til bókasavnsráðið komandi 4 ára skeiðið 2026-2029
Martin Næs, umboð fyri Rithøvundafelagið er formaður
Annfríð Jørgensen, Bókavarðafelagið
Vónbjørt Vang, Føroysku bókasøvnini
Johan Ísak Suni Hansen, Fróðskaparsetrið
Sigurd Nordendal, Miðnám
Thordis Dahl Hansen, Skúlabókasaøvnini
Ása Olsen, Megd
Uppgávan hjá bókasavnsráðnum er
- at ráðgeva landstýrisfólkinum í bókasavnspolitiskum og bókasavnsfakligum málum við tí fyri eyga at tryggja dygd og menning á bókasavnsøkinum.
- at viðgera og kunna um bókasavnspolitikk og bókasavnsfaklig rák og gera tilmæli um menning av føroysku bókasøvnunum, og
- at fáa til vega vitan og hagtøl um føroyska bókasavnskervið og fylgja við altjóða gongdini á bókasavnsøkinum, so at henda vitan kann verða tikin við sum graundarlag fyri tilmælum um menning og samskipan av bókasavnsøkinum.
- Landsbókasavnið hevur skrivstovuhaldið fyri bókasavnsráðið ið hevur í minsta lagið 2 fundir árliga,
Seinastu greinar
Yrkingin í juli
Yrkingina í julimánaða eigur yrkjarin Guðrið Patursson. Yrkingin stendur í Áardunið 4 x yrkingar, sum kom út í september 2024. Guð… Les meira »
01. juli 2026
Frýðka um búgvið á HandRit.fo
Í ár eru 110 ár liðin síðan Súsanna Helena Patursson (1864-1916) andaðist. Súsanna Helena ella Helena, sum hon skrivaði seg, er… Les meira »
29. juni 2026