Dagmar Joensen-Næs 130 ár

  • Dagmar Joensen-Næs varð fødd 31.12.1895 í Miðvági. Føðinavn hennara var Dagmar Marie Danielsen. Dagmar var yngst av 7 systkjum, elstur var Michel Danielsen (Mikkjal á Ryggi). Tá Dagmar var tvey ára gomul doyði mamma teirra. Í 1922 giftist Dagmar Martini Joensen-Næs, føddur 1887 í Skúvoy. Hann var lærari, og tey fyrstu árini búðu tey í Skúvoy, seinni fluttu tey til Miðvágs, har hann varð fyrstilærari. Tey bæði fingu ein son, Jørðgrím Finnur Joensen-Næs, føddur 2.3.1928 í Skúvoy, deyður í 1982. | Mynd: Dagmar Joensen-Næs
  • Bókin Rannvá varð lisin upp í Útvarpinum í 1969, og varð útgivin sum bók í 1971 á egnum forlagi, prentað í 2000 eintøkum. Onnur útgáva av bókini kom í 1980 og triðja í 2008.
  • Hesa myndina hevur Mikkjal á Ryggi elsti beiggi Dagmar tikið av henni heima í Miðvági. | Mynd: Dagmar Joensen-Næs
  • Í fyrra bindi av Skúvoyar søgu skrivar Petur Andreassen, at A.C. Evensen hevur skrivað søgnina um Rannvá i Topografia Skuensis (Stednavneudvalget, København). Avrit av tekstinum hjá A.C. Evensen sæst her.
31. desember 2025

Í dag eru 130 ár síðan Dagmar Joensen-Næs varð fødd. Gamlaárskvøld er høvi at takka fyri tað farna, og eisini at hyggja fram í tíð. Landsbókasavnið takkar øllum vitjandi og samstarvsfelagum fyri árið, íð fór og ynskir øllum eitt gott nýggjár.

Dagmar var fyrsta kvinnan í Føroyum, ið skrivaði eina skaldsøgu. Skaldsøgan Rannvá kom út í 1971, men varð skrivað í 1940’unum. Rannvá er ein av mest lisnu føroysku skaldsøgunum. Dagmar var fjøltáttaður rithøvundur. Í 1980 kom stuttsøgusavn hennara Tá minnini tala út, eisini hevur Dagmar skrivað sjónleikir og hugleiðingar.

Dagmar var ættað av Ryggi í Miðvági. 26 ára gomul giftist Dagmar við Martini Joensen og flutti til Skúvoyar, har hann var lærari. Sjálv hevur Dagmar greitt frá, at hon beinanvegin varð hugtikin av toftunum í Fagradali og spurdi tey gomlu um søguna. Eftir nøkur ár í Skúvoy flutti Dagmar og maðurin til Miðvágs. Afturkomin til Miðvágs fór Dagmar undir at skriva Rannvá. Handritið til Rannvá lá leingi liðugt, og tað var ikki fyrr enn sonarkonan las handritið, at Dagmar gjørdi av at geva tað út. Í 1975 varð bókin filmatiserað.

Keldur:

Færøsk litteraturs historie 1.bd

Oyggjatíðindi, 27. august 1980

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

Dagmar Joensen-Næs 130 ár

Í dag eru 130 ár síðan Dagmar Joensen-Næs varð fødd. Gamlaárskvøld er høvi at takka fyri tað farna, og eisini at hyggja fram í tíð… Les meira »


31. desember 2025
Vit ynskja øllum eini Gleðilig jól

Opið er í dag tollaksmessudag til kl.18. Síðan halda vit jólafrí. Les meira »


23. desember 2025