Tíðindi
Adventsviðmæli
Fjórða adventsviðmælið er ævintýrið Granntræið eftir H.C. Andersen. H.C. Andersen varð føddur 2. apríl í 1805 og doyði 4. august í 1875, í ár eru tað sostatt 150 síðan, at hann doyði 70 ára gamal.
Ævintýrið snýr seg um eitt lítið granntræ, sum leingist eftir at verða vaksið og at uppliva heimin. Ein dagin gongur dreymurin hjá granntrænum út, tað er blivið eitt vakurt jólatræ. Men aftaná jólini verður granntræið gloymt og endar til síðst sum brenni.
Ævintýrið er ein melankolsk frásøgn um at best er at njóta løtuna, meðan hon er.
H.C. Andersen er fyrst og fremst kendur fyri síni ævintýr, men hann hevur eisini skrivað yrkingar, leikrit, skaldsøgur, ferðafrásagnir og sjálvsævisøgur. H.C. Andersen skrivaði 156 ævintýr í 40 ár.
Granntræið er týtt til fleiri mál. Landsbókasavnið hevur ævintýrið bæði á føroyskum og donskum. Tað ber til at lána ævintýrið sum ljóðbók á eReolen á føroyskum og donskum og sum ebók á donskum.
Granntræið er á føroyskum í:
12 ævintýr. Marius Johannesen týddi. - Tórsh. : Grønalíð, 1982
Ævintýr : eitt úrval. Marius Johannesen týddi. - Tórsh. : Føroya Lærarafelag, 2005
Vakrastu ævintýr Hans Christian Andersens. Heri Jacobsen týddi. - Tórsh. : Føroya Lærarafelag, 2000
Bestu ævintýrini hjá H.C. Andersen. Svend Otto týddi. - Tórsh. : Føroya Lærarafelag, 2017
Gleðilig jól og gott nýggjár
Seinastu greinar
Fjórða adventsviðmælið er ævintýrið Granntræið eftir H.C. Andersen. H.C. Andersen varð føddur 2. apríl í 1805 og doyði 4. august… Les meira »
Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá desember til jan… Les meira »