Vælkomin til handanina 4. mars kl. 17 á Landsbókasavninum

03. mars 2026

Tiltakið er alment. Umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.
Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Svørt Orkidé” eftir Vónbjørt Vang, ”Altartalvan” eftir Jógvan Isaksen og ”Marta Marta” eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs. Vinnarin gjørdist ”Svørt Orkide”.

Mikudagin 4. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin handað á Landsbókasavninum.
Virðislønin er 30.000 kr. Tiltakið er alment, umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit.

Hetta er triðju ferð, at Lesaravirðislønin verður latin. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur.
Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

Mánadagin - Annan hvítusunnudag er bókasavnið stongt.

Les meira »


22. mai 2026
15 góðar um kvinnustríð

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá mai til juni er… Les meira »


15. mai 2026