Tíðindi
Alexandur Kristiansen 70 ár
ALEXANDUR KRISTIANSEN 70 ÁR
Í dag, 23. apríl, blívur Alexandur Kristiansen 70 ár. Alexandur hevur verið sera virkin sum skald og er kendur fyri sínar barnarímur og yrkingar. í Bókmentasøgu hjá Árna Dahl (1983) stendur m.a. at lesa: "Alexandur hevur sjáldsama góðar týðaragávur, og serliga hevur hann lagt seg eftir at týða og umyrkja barnasangir úr grannamálunum. Nógv av hesum tilfari er komið í »Barnablaðið«, og í 1977 gav hann part av tí út undir heitinum »Kannubjølluvísur«. Hann hevur eisini týtt gitnu bókina »Tann lítli prinsurin«, 1979, eftir Antoine de Saint-Exupéry."
Alexandur fekk Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 1977, og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs í 1983 og 2003.
Alexandur er fuglfirðingur og verður dagurin hildin við almennum tiltakið í Fuglafirði í kvøld, har Sprotin leggur fram eitt savn við týðingum.
Landsbókasavnið ynskir Alexandur Kristiansen hjartaliga til lukku við degnum.
Seinastu greinar
Tað er ymiskt hvørjar treytir forløg seta, tá granskarar vilja geva greinar út í tíðarritum. Les meira »
og Seinasta paradís á jørð er best í norðurlondum Les meira »