Dagføring av føroysku flokkingarskipanini

21. august 2019

Í tí donsku flokkingarskipanin, DK5, Decimalklassedeling, eru Føroyar og føroysk viðurskifti yvirhøvur flokkað sum ein partur av Danmark, men nakrir serføroyskir høvuðsbólkar vórðu kortini fyri nógvum árum síðani gjørdir á Landsbókasavninum og brúktir av føroysku bókasøvnunum.

Í 1992 kom 10-talsskipan fyri bókasøvn 92 á fyrsta sinni. Hetta var ein skipan, sum í størri mun tók atlit til føroysk viðurskifti.

Eftir at tann danska DK5-skipanin er dagførd fleiri ferðir, hildu vit, at tíðin var komin at endurskoða ta føroysku. Vit halda okkum tó framvegis í høvuðsheitum til donsku skipanina, sum verður nýtt saman við tí føroysku.

Í teimum bólkum, har broytingar eru gjørdar, er hetta viðmerkt og somuleiðis í nýggjum bólkum.

Skipaða evnisyvirlitið er eisini dagført, meðan evnisorðaskráin ikki er tikin við.

10-talsskipanin fyri bókasøvn verður bara givin út í teldutøkari útgávu, og møguligar rættingar verða settar inn so hvørt.

Víðkanin og endurskoðanin av føroyska partinum av flokkingarskipanini hevur frá byrjan verið eitt samstarv millum Landsbókasavnið og Býarbókasavnið og er tað enn. Tað eru teir tríggir bókavørðirnir, Laura Vinther frá Landsbókasavninum og Johanna Cathrina Mørkøre og Randi Nolsøe frá Býarbókasavninum, sum hava endurskoðað flokkingarskipanina.

Skipanin finst her


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Nú er nýtt handrit komið út á HandRit.fo.

„... og heimurin gjørdist fróður“: Brot úr Fróðar kvæði á HandRit.fo Les meira »


13. mai 2026
Yrkingin í mai

Yrkingin í maimánaða er úr fyrsta Varðanum, sum varð útgivin í 1921, og eitur "Áin". Høvundurin er Louis Zachariasen. Louis var ri… Les meira »


01. mai 2026