Ritgerðir

Føroyadeildin tekur eisini ímóti ritgerðum á kandidat-, master- ella ph.d.støði, um ritgerðin er skrivað av føroyingi ella er um føroysk viðurskifti. Ritgerðin verður skrásett og goymd talgild á Landsbókasavninum og kann leitast fram á leitisíðuni www.bokasavn.fo .
Niðanfyri fært tú latið okkum ritgerðina inn. Eisini ber til at koma Landsbókasavnið við hesum skjalið saman við ritgerðini, um ikki ber til at lata okkum ritgerðina talgilt.
Ritgerðir verða bert latnar Landsbókasavninum við vælvild frá høvundunum, tískil hava vit heldur ikki allar ritgerðir, ið eru skrivaðar í Føroyum ella av føroyingum.
Lat okkum tína ritgerð
Treytir:
Ritgerðin verður latin talgild sum viðfest fíla og verður skrásett og goymd á einum servara hjá
Landsbókasavninum. Hagani verður ritgerðin atkomulig gjøgnum leitiskipanina
bokasavn.fo og hava lánarar atgongd at lesa ritgerðina. Um ritgerðin ikki skal gerast
atkomulig gjøgnum leitiskipanina, ber til at velja, at ritgerðin einans kann lesast á
Landsbókasavninum.
Eisini ber til at velja, at ritgerðin bert kann síggjast við skrivligum loyvi frá
høvundanum. Vit viðmæla henda møguleikan, um ritgerðin t.d. inniheldur viðkvæmar
persónsupplýsingar.