Handrit.fo

Handrit eru skjøl og bókmentaligt tilfar, sum vanliga ikki er útgivið, men sum tó kann vera virðismikið keldutilfar. Landsbókasavnið er í 2016 farið undir at leggja handrit út á netið. Hetta er fyrsta stig at gera føroysk handrit lesilig sum teldutøkar útgávur. (Skjalasavn)

Fjaratgongd

Logga á Open Athens her https://www.openathens.net/

Tú kanst fáa atgongd til fleiri av e-haldunum heimanífrá við at logga á Open Athens. Um tú ert knýtt/ur at einum av teimum stovnunum, ið eru við í samstarvinum um Efeingi (FRIS), kanst tú fáa ein brúkara til Open Athens. Eisini lesandi á Fróðskaparsetrinum kunnu fáa ein brúkara í Open Athens.  

Stovnar í samstarvinum um Efeingi: Fiskaaling, Fróðskaparsetur Føroya, Granskingarráðið, Havsbrún, Havstovan, Heilsufrøðiliga starvsstovan, Landsbókasavnið, Landssjúkrahúsið, Tjóðsavnið og Umhvørvisstovan.

Við Open Athens kanst tú logga á, og harvið fáa atgongd til fleiri av elektronisku haldunum, uttan at vera stødd/staddur á stovninum.

Send okkum fyrispurning um fjaratgongd á utlan@landsbokasavnid.fo, og sig okkum títt navn, lánaranummar og navn á tínum stovni.

Síðan fært tú eitt leinki sendandi, sum tú trýstir á fyri at aktivera og upprætta tín brúkara í Open Athens.

Er tað nakað annað, ið vit kunnu hjálpa tykkum við og hava tit fyrispurningar ella tørv á greinum, setið tykkum í samband við útlánið á  utlan@landsbokasavnid.fo ella á telefonnummar 340 525.

IP Atgongd

IP atgongd merkir at tað er atgongd til vísindaligu greinarnar í fulltekst frá teimum bókasøvnum og skúlum, sum samstarva um efeingi.

Atgongd er til e-tíðarrit og e-greinar í haldinum um ein er stødd ella staddur á Landsbókasavninum, Fróðskaparsetrinum ella einum av teimum stovnunum sum samstarva um efeingi.

 

Vegleiðingar til tidarrit.fo

Um E-feingi

Efeingi er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og útbúgvingar- og granskingarstovnar í Føroyum um at veita hesum stovnum atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum. Samstarvið um efeingi verður eisini kallað FRIS  - Faroe Research Information Service.

Flestu haldini verða teknað við Det Kongelige Bibliotek sum forhandlara fyri FRIS frá forløgunum AAAS, BMJ, EBSCO, Elsevier, Nature Research, Oxford University Press, Sage, Springer, Taylor & Francis og Wiley.

Summi hald verða teknað beinleiðis við forløgini. Tað eru hald frá til dømis Idunn (Universitetsforlaget), Canadian Journal of Fisheries and Aquatic Sciences (Canadian Science Publishing), The Journal of the American Medical Association (JAMA), Marine Ecology Progress Series (MEPS) o. o.

Tilsamans í ymsu haldunum eru umleið 9100 vísindalig tíðarrit, flestu av teimum atgeingilig frá 1997 til í dag. Summi av tíðarritunum liggja tó partvíst sum Open Access, og tá er ikki neyðugt at vera stødd ella staddur á ávísum IP-øki fyri at fáa fulltekst atgongd.

Í samstarvinum um efeingi 2020 eru tíggju søvn og stovnar. Stovnarnir hava umboð í stýrisbólkinum fyri FRIS - Faroe Research Information Service:

Fiskaaling (Jóhanna á Lava Køtlum)
Fróðskaparsetur Føroya (Jóhan Ísak Suni Hansen og Magni Mohr)
Granskingarráð Føroya (Annika Sølvará)
Havsbrún (Rúni Weihe)
Havstovan (Eilif Gaard)
Heilsufrøðiliga starvsstovan (Debes Christiansen)
Landssjúkrahúsið (Jan Rasmussen og Hjørdis Zachariassen)
Landsbókasavnið (Annika Smith og Unn Paturson)
Tjóðsavnið (Jan Sørensen)
Umhvørvisstovan (Katrin Hoydal)

Møguleiki er eisini hjá øðrum almennum søvnum og stovnum at koma við í hetta samstarvið, um teir gera vart við seg seinast í oktober, tá forhandlingar við forløgini fara í gongd. Send fyrispurning til unnp@landsbokasavnid.fo   

Allir borgarar í Føroyum, hava atgongd til e-tænasturnar, um teir eru staddir á Landsbókasavninum. Eisini ber til at logga á okkara gestanet við egnari teldu ella telefon, og fáa atgongd til fulltekstgreinar, sum eru umfataðar av haldunum. Tá ber til at taka niður pdf-fílur og at printa út.