Við hesi framsýningin, vilja vit vísa á tey tólv eintøkini av "Færøiske Qvæder” hjá H. C. Lyngbye, sum eru í varðveitslu á Landsbókasavninum.

Eintøkini eru staðsett á sersøvnum á bókasavninum, summi merkt av tíðarinnar tonn: slitin og skrødd, onnur, rein og vøkur. Øll eintøkini hava sína serstøku søgu.

Í handritasavninum hjá V. U. Hammershaimb (E 171), er handrit eftir H. C. Lyngbye. Tað var Ole Wich, sum í 2018 varnaðist, at hetta var handskriftin hjá Lyngbye. Í bóklinginum H. C. Lyngbyes udgave af "Sigurds Kvad" opskrevet på Færøerne vísir Ole Wich á, at handritið er partur av fyrireikingararbeiðnum til fyrstu føroysku bókina.

Niðanfyri kanst tú lesa meir um tey sersøvn, Landsbókasavnið í dag hevur í síni varðveitslu og sum hava eitt ella fleiri eintøk av bókini "Færøiske Qvæder”

Á føroyskum: Frá tara- & kvæðainnsavnan til bókasavn (PDF)

English: From Seaweed & Ballads to the Library (PDF)

Framsýning á Landsbókasavninum frá 15. mai til 15. juni 2022

Seinasta myndin er jólakortið frá Landsbókasavninum 2022

 


Myndir frá framsýning

Aftur til yvirlit
Tann bókin, sum grundaði bókmentaalmenni á føroyskum í Føroyum var Færøiske Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt, sum kom út í 1822. Bókin var úrslit av vísindaligum og mentanarligur áhuga í Danmark, eins og tær sokallaðu føroyafrágreiðingarnar i øldunum frammanundan. Og hon var úrslit av romantikkinum, sum serliga hevði áhuga fyri fornum norrønum skaldskapi og skaldskapi av mannamunni, sum varð savnaður og endurskrivaður. [. . .]

Útgevarin av Færøiske Qvæder var Hans Christian Lyngbye (1782-1837), gudfrøðilesandi og náttúrufrøðingur, sum kom fram á kvæðini, tá ið hann var í Føroyum og kannaði tara. Meðan hann ferðaðist um landið, hoyrdi hann fólk kvøða og í teimum pørtum av Sjúrðarkvæðunum, sum hann hoyrdi, kendi hann aftur søgur úr evropeiskum og norrønum bókmentum. Hann hitti Svabo sum var gamal maður tá, og Lyngbye fekk hann at læra seg føroyskt fyri betur at skilja tað, hann hoyrdi.

Lygbye skrivaði kvæði upp, og tá ið hann kom aftur til Danmarkar, vísti hann tey fyri P. E. Müller professara á universitetinum í Keypmannahavn. [. . .]

Teir partarnir av Sjúrðarkvæðunum, sum Lyngbye læt prenta, skrivaði J. H. Schrøter (1771-1851) prestur í Suðuroy til hansara. Müller professari hjálpti Lyngbye at fáa eina innsavning í lag í Føroyum. Hann skrivaði til P. Hentze (1751-1843) próst, sum bað Johannes Klemmensen, Jóannes í Króki (1794-1869) heima á Sandi, skriva kvæði upp. Uppskriftirnar vórðu síðani sendar til Lyngbye í 1819.

 [Malan Marnersdóttir & Turið Sigurðardóttir. (2011). - Føroysk bókmentasøga 1. Tórshavn: Nám]