Framsýning á Føroya Landsbókasavni

Juni - september 2003

Í summar skipar Føroya Landsbókasavn fyri framsýning av føroyskum frásagnum frá ferðum í útlondum. Talan er um frásagnir, sum hava staðið í tíðarritum og bløðum, ella sum eru útkomnar í bók.  

Framsýningin letur upp fyri almenninginum hóskvøldið, 12. juni 2003 kl. 20 við lítlari samkomu á Landsbókasavninum. Tá fara Turið Sigurðardóttir og Heini Olsen at hugleiða um ferðir og ferðing, og aftaná verður so høvi at síggja framsýningina.

Ein gomul og væl kend bókmentasjangra

Ferðafrásagnir eru ein gomul og væl kend og dámd bókmentasjangra.
Eins og hjá øðrum so liggur tað til flestu føroyingar at sleppa at uppliva tað fremmanda, tað spennandi, tað, sum er øðrvísi, og tað forkunnuga. Og hetta er ivaleyst eisini tað, sum fær okkum at spara saman, so at vit sleppa avstað at ferðast. Gott er eisini at sleppa burtur frá gerandissjagginum til hvíld, upplivingar og tað góða veðrið. 
At ferðast er at liva, skal H. C. Andersen hava sagt, men vit ferðast ikki bara fyri at liva, men eisini fyri at uppliva og læra, og nøkur skriva so frásagnir frá ferðunum.

Vit kunnu eisini spyrja, hví fólk ferðast. Burtursæð frá stuttleikaferðunum, sum hava til endamáls at geva okkum megi til at fara undir nýtt verk og nýtt arbeiðsár, - ferðir, sum ofta eru skjótt gloymdar - so roynir tann hugsunarsami og nágreiniligi ferðamaðurin at víðka sín sjónarring og at skilja seg sjálvan sum part av eini størri og fjølbroyttari heild. Summi sóknast eftir tí eksotiska. Onnur eru ágrýtin ferðafólk og royna at ferðast so víða ella so langt sum tilber skjótast tilber. Nógv leita til søguliga ella átrúnaðarliga viðgitin støð, tí tað hoyrir seg líkasum til at hava verið á staðnum. Summi fáa á ferðini staðfest teirra fatan, at eins egni liviháttur og mentan nú einaferð er tað besta. Onnur finna nýggjar fyrimyndir ella avdúka skeivleikar og vísa á, at tað er ein øðrvísi heimur uttanfyri bøgarðarnar, ein heimur, sum vit eiga at geva gætur. Jú, ferðastøðini og ferðamátarnir eru so ymiskir, og so eru eisini ferðafrásagnirnar.

Føroyingar hittir tú allastaðnis

Á framsýningini hjá Landsbókasavninum sæst, at væl er til at ferðafrásagnum, sum føroysk ferðandi hava skrivað. Talan er um bæði styttri frásagnir og um heilar bøkur. Og hesi fólk hava ferðast víða. Hvør kennir ikki vendingina, at føroyingar hittir tú allastaðnis.

Frásagnirnar eru sum heild rættiliga vanligar í stíli. Høvundarnir siga frá tí, sum teir síggja og uppliva, siga frá hendingum, sohvørt sum tær koma fyri og gera sær viðhvørt metingar um, hví viðurskiftini eru, sum tey nú einaferð eru. Tey flestu vita rættiliga væl, at eitt nú náttúran, fornminni, tjóðskaparlig eyðkenni og tílíkt eigur at takast við í eina ferðafrásøgn. Tey siga frá tí sum hugtekur og vekur undran ella andstygd, eins og aðrir høvundar, sum royna at brúka hesa bókmentasjangruna á nýggjan ella øðrvísi hátt.

Summarframsýningin hjá Landsbókasavninum: Vítt um verøld. Ferðaminni og ferðafrásagnir er annars opin alt summarið.


Myndir frá framsýning

Aftur til yvirlit
Ferðaminni og ferðafrásagnir
Í summar skipar Føroya landsbókasavn fyri framsýning av føroyskum frásagnum frá ferðum í útlondum, sum hava staðið í tíðarritum og bløðum, ella sum eru útkomnar í bók.

Ferðafrásagnir eru ein væl kend og dámd bókmentasjangra. At vilja uppliva tað fremmanda, tað spennandi, tað, sum er øðrvísi, og tað forkunnuga, tað liggur til tey flestu av okkum.
Og hetta er ivaleyst eisini tað, sum fær okkum at spara saman, so at vit sleppa avstað.
Onkur hevur enntá knýtt lívið at ferðingini: at ferðast er at liva, sum H. C. Andersen skal hava sagt. Á okkara døgum, nú arbeiðið fer avstað við tí mesta av okkara tíð, og tilveran mangan kennist fábroytt, er tað gott at sleppa burtur; burtur frá gerandissjagginum til hvíld, upplivingar og tað góða veðrið.

Men at ferðast nýtist ikki bara at vera endurbót fyri eina tilveru, ið er merkt av strongd.
Vit ferðast ikki bara fyri at liva, men eisini fyri at uppliva og læra. Og nøkur skriva so frásagnir frá ferðunum.

Ferðafrásøgnin er eisini ein gomul bókmentasjangra. Longu tá ið Herodot skrivaði sína Søgu í 5. øld. fyri Kr.f., sigur hann frá mongu ferðum sínum og brúkar tær sum próvtilfar í sínum søguligu metingum og niðurstøðum. Ikki minni kendar eru landafrøðiligu frásagnirnar hjá Marco Polo frá ferðunum í Kina í 13. øld., ella frásagnirnar frá stóru rannsóknarferðunum í 15. og 16. øld.
Eitt serligt slag av ferðafrásøgn, við denti á tað mentunarliga og á ferðing sum andaliga búning, er Italiuferðin hjá Goethe, sum kom út í 1816-17.
Í 1897 gevur Mary Kingsley, ein av fleiri kendum kvinnuligum ferðandi, út bókina Travels in West Africa.
Av mongu norðurlendsku høvundunum, ið eisini hava lagt lunnar undir ferðafrásøgnina sum bókmentasjangru, kunnu nevnast eitt nú H. C. Andersen og Jens Baggesen.

Eitt nýtt slag av mentunarferð eru tær frásagnir, sum eru skrivaðar seint í 20. øld., frá triðja og fjórða heiminum, frá ferðum millum fólk og fólkasløg, eisini sonevndum upprunafólkum, sum hava kent sviðan av kolonitíðini, uppreistri, kollvelting og kríggi. Her hava nýggir og yngri altjóða viðurkendir høvundar gjørt vart við seg, ja, summir hava eisini roynt at menna og dagføra ferðafrásøgnina t.v.s. sjálva sjangruna. Dømi um hesar eru m.o. sviin Jan Myrdal, Oscar Lewis, V. S. Naipaul, Bruce Chatwin og danin Carsten Jensen.