Orð í litum

21. juni 2021

Framsýning við Rannvá Holm Mortensen

Rannvá er fjøltáttað listakvinna og hetta ber framsýningin brá av.

Hon er høvundur, illustrator, skulptørur, myndlistafólk og umframt at hava tikist við installatiónslist, so er Rannvá eisini káta, sansaliga og livandi menniskjað.

Á framsýningini, sum kann upplivast í forhøllini á Landsbókasavninum frá 4. juni 2021, kanst tú uppliva og sansa ferðina frá hugskoti til endaliga úrslitið - og okkurt harímillum.

Kom við á forvitnisligu ferðina,
tá Landsbókasavnið er opið!

Í sendingini Nón frá 24.02. 2018 kanst tú hoyra frálíka samrøðu við Rannvá

 Trýst her og lurta eftir Rannvá Holm Mortensen í sendingini Nón


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annfríð

Seinastu greinar

Yrkingin í juli

Á vegginum í julimánaða er yrking og tekning eftir Miu Haldursdóttir Smith. Mia er grafikari, myndlistafólk og yrkjari. Hon hevu… Les meira »


01. juli 2025
Kandidat, Master ella Ph.d.?

Tín ritgerð hevur týdning bæði fyri mentanararvin og fyri komandi lesandi. Les meira »


26. juni 2025