Tíðindi
Orð í litum - Framsýningin, yrkingaupplestur og skriva eina heilsan
BÓKADAGAR 2021 á Landsbókasavninum hóskvøldið 18. nov. kl. 19.30
Sløkk telefonina, lat upp fyri sansunum og tak pennin í hond - ein løta saman við Rannvá Holm Mortensen
Kvøldið byrjar við framsýning hjá Rannvá Holm Mortensen. Saman við listakonuni fara vit á eina ferð inn í hennara huga heim – alt frá skitsu til liðug verk.
Síðan fara vit uppá at lurta eftir yrkingaupplestri, drekka kaffi, te, vatn og vín. Heldur enn at posta á facebook og instagram, hava vit postkort og frímerkir, og tú kanst nýta høvið til at skriva eina advenstheilsan til ætt, vinir og kenningar í Føroyum og kring heimin
Tiltakið er partur av skránni hjá Bókadøgunum, sum Norðurlandahúsið skipar fyri. Gevið gætur, tiltakið er á Landsbókasavninum, J. C. Svabosgøta 16.
Seinastu greinar

Í ár hevur Ljóðbókatænastan framleitt 20 ljóðbøkur. Landsbókasavnið fegnast um, at tað í 2024 endiliga eydnaðist at fáa gomlu bóka… Les meira »

Á vegginum í maimánaða er eitt brot úr yrkingini “ikki í dag” eftir Anitu Gudmundarson. Yrkingin stendur í yrkingasavninum Okkar… Les meira »