Tíðindi
Granskingarmiðlan í mars
30. mars kl. 16 heldur Rógvi Olavson, undirvísari í miðlum og politiskum samskifti á Søgu- og samfelagsdeildini, fyrilestur á Landsbókasavninum við heitinum: Hvat hendir við føroysku miðlunum? Gongdin í miðlalandslagnum í 21. øld.
At miðlar og sunt politiskt samskifti hava stóran týdning fyri eitt samfelag, hevur ongantíð verið so ítøkiligt og greitt, sum í hesum døgum. Upplýsingarkríggið í sambandi við kríggið í Ukraina og sensururin í russiska samfelagnum eru við til at skerpa henda týdningin fyri okkum, sum enn liva í demokratiskum og frælsum samfeløgum. Hesin fyrilesturin er eitt boð uppá, hví føroyska miðlalandslagið sær út, júst sum tað ger í dag, hvørjar høvuðsavbjóðingarnar eru í føroysku miðlaskipanini, og hvussu miðlaskipanin sannlíkt fer at mennast komandi árini.
Landsbókasavnið hevur saman við øðrum á Fróðskaparsetri Føroya gjørt av at varpa ljós á føroyska gransking.
Vit meta, at tað er umráðandi, at granskingin verður miðlað og borin út í føroyska samfelagið, tí ivaleyst hevur almenningurin stóran áhuga í granskingini.
Miðlingin verður gjørd ígjøgnum granskingargrundaðar fyrilestrar hjá vísindafólkum, ið starvast á Setrinum og øðrum granskingarstovnum.
Fyrilesturin verður hildin á føroyskum máli.
Verið vælkomin!
Seinastu greinar

Í ár hevur Ljóðbókatænastan framleitt 20 ljóðbøkur. Landsbókasavnið fegnast um, at tað í 2024 endiliga eydnaðist at fáa gomlu bóka… Les meira »

Á vegginum í maimánaða er eitt brot úr yrkingini “ikki í dag” eftir Anitu Gudmundarson. Yrkingin stendur í yrkingasavninum Okkar… Les meira »