Tíðindi
Avhendingarskylda
Sambært ásetingum í § 24 í bókasavnslógini skulu 4 ókeypis eintøk av øllum verkum, útgivnum í Føroyum, avhendast til Landsbókasavnið. Tilfar, ið skal latast Landsbókasavninum, er t.d. bøkur, fløgur, filmar, ársfrágreiðingar, lýsingabløð, faldarar, plakatir og postkort. Talgilt tilfar og útgávur á netinum koma eisini undir avhendingarskylduna.
Endamálið við avhendingarskylduni er at tryggja, at vitanin um føroyska mentan, søgu og føroyskt samfelagslív verður varðveitt til gagns fyri gransking og almenningin. Avhendingarskyldan tryggjar eisini støðið undir tjóðbókaskránni.
Viðvíkjandi prentaðum tilfari, so er tað prentsmiðjan, ið hevur skyldu at lata okkum tilfarið, um tað er prentað á eini føroyskari prentsmiðju. Um tilfarið er prentað uttanlands, so er tað antin forlagið, útgevarin, umboð fyri útgávuna ella rithøvundurin, ið skal lata Landsbókasavninum tilfarið.
Seinastu árini hava vit upplivað, at vit ikki fáa eins nógv prentað tilfar longur, sum vit fingu fyrr. Ein orsøk til hetta kann vera, at nógv tilfar einans kemur út talgilt í dag, og ein onnur orsøk kann vera, at nú verður nógv tilfar prentað aðrastaðni enn á stóru prentsmiðjunum, ið kenna til avhendingarskylduna til Landsbókasavnið. Við hesi kunning vóna vit, at fleiri fara at kenna til avhendingarskylduna, og at vit fara at fáa meiri tilfar í framtíðini.
Tit kunnu lesa meir um avhendingarskylduna her:
https://landsbokasavnid.fo/skylduavhending
https://logir.fo/.../79-fra-08-05-2001-um-bokasovn-sum...
https://logir.fo/.../4-fra-20-01-2012-fra-avhending-av...
Seinastu greinar

Í ár hevur Ljóðbókatænastan framleitt 20 ljóðbøkur. Landsbókasavnið fegnast um, at tað í 2024 endiliga eydnaðist at fáa gomlu bóka… Les meira »

Á vegginum í maimánaða er eitt brot úr yrkingini “ikki í dag” eftir Anitu Gudmundarson. Yrkingin stendur í yrkingasavninum Okkar… Les meira »