Vinnarar frá Vísindavøkuni funnir

30. september 2024

Tað er ókeypis at læna á bókasavninum, og øll kunnu læna á øllum bókasøvnum! Hetta var høvuðsboðskapurin hjá okkum á ársins vísindavøku.

Landsbókasavnið var við til Vísindavøkuna 2024 í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 27. september. Tað var Granskingarráðið, sum skipaði fyri, og á skránni vóru m.a. fyrilestrar og básar serliga ætlað børnum í miðdeild fólkaskúlans.

Vit høvdu ein bás, har vit kunnaðu um føroysk bókasøvn. Vitjandi kundu svara fýra spurningum og harvið luttaka í eini spurnarkapping, har vinningarnir vóru trý gávukort á 500 krónur. Rættiliga nógv børn, ung og eisini vaksin vitjaðu vísindavøkuna, og eini 300 svarseðlar komu inn. Tríggir vinnarar eru nú funnir og fáa beinleiðis boð.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

Yrkingin í august

Yrkingin í augustmánaða er Snípan eftir Heðin Brú. Yrkingin stóð í Varðanum XIV frá 1934. Seinni í mánaðinum fara vit at hátíðarha… Les meira »


01. august 2026
Ániasar ella Ánaniasar táttur er komin út á HandRit.fo

Tátturin varð skrivaður í 18. øld um Ánias ella Ánanias. Tað var Dr. Jakob Jakobsen, sum fekk hetta kvæði frá J. H. Schrøter yngra… Les meira »


27. juli 2026