Tíðindi
Føroysk frímerki 50 ár
30. januar 1975 komu fyrstu føroysku frímerkini. Í tí sambandi hevur Landsbókasavnið gjørt eina framsýning um frímerki. 14 frímerki vórðu útgivin í 1975, og trý frímerki komu aftrat 1. apríl 1976, tá eitt sjálvstøðugt føroyskt postverk varð stovnsett. Øll tey fyrstu frímerkini kunnu síggjast í framsýningini, sum stendur uppi til og við fríggjadagin tann 14. februar.
Við skylduavhending fær Landsbókasavnið øll frímerki, faldarar, brævbjálvar og annað, ið Posta (Postverk Føroya) gevur út. Í goymsluni á Landsbókasavninum eru tískil øll frímerki varðveidd, ið eru útgivin gjøgnum seinastu 50 árini.
Framsýningin vísir bert ein lítlan, útvaldan part av øllum frímerkjunum, sum eru í goymsluni á bókasavninum. Tvey frímerki, ið bókasavnið hevur valt at taka fram, eru frímerkini, ið vórðu gjørd í sambandi við at Landsbókasavnið bleiv 150 ár í 1978. Frímerkið, ið avmyndar gamla bókasavnið, sum Flora Heilmann hevur teknað, vann heiðurin sum vakrasta frímerki í Evropa í 1978.
Framsýningin er opin tá bókasavnið er opið:
Mánadag til hósdag kl. 8:30 til 18:00 og
Fríggjadag kl. 8:30 til 17:00.
Seinastu greinar

Í ár hevur Ljóðbókatænastan framleitt 20 ljóðbøkur. Landsbókasavnið fegnast um, at tað í 2024 endiliga eydnaðist at fáa gomlu bóka… Les meira »

Á vegginum í maimánaða er eitt brot úr yrkingini “ikki í dag” eftir Anitu Gudmundarson. Yrkingin stendur í yrkingasavninum Okkar… Les meira »