Starvslýsing

04. mars 2025

Hug at arbeiða við teksti, tónleiki og lestrarumhvørvi?

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga at røkja fjølbroyttar bókasavnsfakligar uppgávur til setan 15. mai 2025.

 

Starvið

Tú verður partur av einum starvsfólkahópi við fjølbroyttum førleikum og uppgávum, sum øll arbeiða saman fyri at menna og fremja virksemið hjá Landsbókasavninum.

Tú kemur at arbeiða við at savna inn og skráseta - serliga tónleik til tjóðbókaskránna, veita og menna tænastur til tað føroyska lestrar- og granskingarumhvørvið og at skriva og rættlesa tekst.

Haraftrat verður tú partur av vaktarskipanini á bókasavninum, har tú tekur ímóti og avgreiðir fyrispurningar frá vitjandi, miðlar tilfar og ert við til at skipa fyri framsýningum og tiltøkum.

 

Høvuðsuppgávurnar eru:

Savna inn og skráseta tónleik til Tjóðbókaskránna.
Vera partur av toyminum sum undirvísir og vegleiðir lesandi, undirvísarum og granskarum at brúka bókasavnið, bókasavnsskipanir, e-tænastur og referansuamboð.
Vera partur av toyminum, sum umsitur FRIS-samstarvið, ger hagtøl um nýtsluna av vísindaligum tíðarritum og luttekur á stýrisfundum.
Avgreiða fyrispurningar í útláninum og miðla, m.a. við framsýningum og tiltøkum.
Vera við til at framleiða/skriva frágreiðingar.
 

 

Førleikar
Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður.DB, Cand.scient.bibl. ella viðkomandi útbúgving við aðrari informatións og/ella mentanarfakligari bakgrund.

 

Persónligir eginleikar

Umráðandi er, at tú hevur fakliga og menniskjaligar góðar eginleikar. Tær dámar at miðla, er fyrikomandi  og tænastuhugað/-ur og hugsar sjálvstøðugt. Tú tekur sjálvstøðugar avgerðir og virkar í góðum samstarvi við starvsfelagar. Eisini mást tú hava góðar málsligar førleikar í skrift og talu, serliga í føroyskum.

 

Vit kunnu bjóða

Eitt sera fjøltáttað og avbjóðandi starv í einum spennandi fakligum umhvørvi við góðum starvsfelagum, ið eru fús at hjálpa tá ið á stendur.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) sendast til:

Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tórshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

 

Umsóknarfreistin er 24. mars 2025

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð á tlf. 340511

____________

Landsbókasavnið er Tjóðbókasavn, Universitetsbókasavn og Høvuðsbókasavn. Høvuðsuppgávan er at veita tænastur og fremja útbreiðslu av kunnleika og at tryggja mentanararvin fyri framtíðina


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Lesaraviðislønin 2025

Mikudagin 5. mars varð Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Eyðuni Klakstein, fyri bókina "Lygn", á Bókasavninum við… Les meira »


06. mars 2025
Starvslýsing

Hug at arbeiða við teksti, tónleiki og lestrarumhvørvi? Les meira »


04. mars 2025