Nýggj kunngerð um bókasavnsgjald

21. august 2025

Almanna- og mentamálaráðið hevur kunngjørt nýggjar reglur um býtið av bókasavnsgjaldinum, ið er gjald til rithøvnudar, týðarar, listafólk og upplesarar, hvørs verk eru til láns á føroyskum bókasøvnum.

Bókasavnsgjald er ein samsýning, sum landið letur føroyskum høvundum fyri at hava bøkur, ljóðbøkur, e-bøkur og listaverk teirra tøk á føroysku bókasøvnunum. 

Við høvund meinast rithøvundur, tónaskald, týðari, upplesari, myndlistafólk og fotografar, sum búgva í Føroyum ella uttanlands, og sum ávikavist skriva, týða, prýða ella lesa upp føroyskar bøkur.

Ert tú nýggjur móttakari av bókasavnsgjaldi kanst tú søkja um bókasavnsgjald her

Umsóknarfreistin er 1. oktober 

Í "Kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum" frá 15. august 2025 er ásett, hvussu játtanin til endamálið skal býtast.

Kunngerðina sært tú her

Eru broytingar í viðurskiftunum hjá móttakara, skulu hesar eisini fráboðast Landsbókasavninum á serstøkum oyðublaði.

Fráboðan um broyting í viðurskiftum hjá móttakara her

 

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

15 góðar týddar føroyskar bókmentir

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá oktober til novemb… Les meira »


16. oktober 2025
Tríggir vinnarar funnir á Vísindavøkuni 2025

Umleið 350 svarseðlar komu inn. Vit hava nú funnið tríggjar vinnarar. Les meira »


09. oktober 2025