Tíðindi
Hevur tú givið út bók fyri fyrstu ferð? Freistin at søkja um bókasavnsgjald er 1. oktober 2026
Kunning um skráseting til nýggjar móttakarar av bókasavnsgjaldi. GG Upplesarar hava nú eisini rætt til bókasavnsgjald.
Ert tú nýggjur móttakari av bókasavnsgjaldi, kanst tú søkja um bókasavnsgjald á serstøkum oyðiblaði, ið verður sent landsbókasavninum á bokasavnsgjald@landsbokasavnid.fo
Oyðiblaðið finnur tú her.
Verk ið eru útgivin í 2025 verða tikin við í ár.
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagið 1. oktober 2026.
Almanna- og mentamálaráðið hevur kunngjørt nýggjar reglur um býtið av bókasavnsgjaldinum, ið er gjald til rithøvnudar, týðarar, listafólk og upplesarar, hvørs verk eru til láns á føroyskum bókasøvnum.
Bókasavnsgjald er ein samsýning, sum landið letur føroyskum høvundum fyri at hava bøkur, ljóðbøkur, e-bøkur og listaverk teirra tøk á føroysku bókasøvnunum.
Við høvund meinast rithøvundur, tónaskald, týðari, upplesari, myndlistafólk og fotografar, sum búgva í Føroyum ella uttanlands, og sum ávikavist skriva, týða, prýða ella lesa upp føroyskar bøkur.
Í "Kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum" frá 15. august 2025 er ásett, hvussu játtanin til endamálið skal býtast.
Kunngerðina sært tú her.
Eru broytingar í viðurskiftunum hjá móttakara, skulu hesar eisini fráboðast Landsbókasavninum á serstøkum oyðublaði.
Fráboðan um broyting í viðurskiftum hjá móttakara her.
Seinastu greinar
14. september 1946 fóru føroyingar á val. Veljast skuldi millum: I. ”Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildið?” ella… Les meira »
Kunning um skráseting til nýggjar móttakarar av bókasavnsgjaldi. GG Upplesarar hava nú eisini rætt til bókasavnsgjald. Les meira »