Tíðindi
80 ár síðan fólkaatkvøðuna
14. september 1946 fóru føroyingar á val. Veljast skuldi millum: I. ”Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildið?” ella II. ”Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?”
Trygvi Jacobsen, sum er lesandi á Søgu-og samfelagsdeildini og í løtuni er í praksislæru á Landsbókasavninum, hevur funnið ymist forvitnisligt fram í samband við dagin.
Tú kanst m.a. síggja og blaða í gomlum avísum frá 1946 og eisini lesa, hvat onnur hava skrivað um Føroyar og fólkaatkvøðuna. Eisini hevur hann funnið ymiskt annað tilfar fram um fólkaatkvøðuna.
Trygvi lesur master í søgu, og í samband við lesnaðin verður hann hjá okkum í tríggjar mánaðir.
Framsýningin stendur frammi í eina viku.
Hjartaliga vælkomin!
Seinastu greinar
Vegna fakligan starvsfólkadag er Landsbókasavnið stongt fríggjadagin 6. novembur 2026. Vinarliga haldið okkum til góðar. Les meira »
Fríggjadagin 30. oktober varð skipað fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at Sóleyg Kjærbæk og Alis Joensen hava havt 25 ára starvsda… Les meira »