eReolen ger broytingar

09. september 2025

Heimasíðan hvørvur, men appirnar halda fram

Veitarin av eReolen hevur boðað bókasøvnunum frá, at broytingar verða gjørdar í skipanini. Heimasíðan hjá eReolen verður niðurløgd mikudagin 10. september 2025. Tí fer ikki at bera til at hoyra ella lesa ljóð og e-bøkur framyvir á heimasíðuni www.ereolen.dk

Tó halda appirnar, sum vit hava á telefon og teldli, fram at virka júst sum higartil. Talan er um tríggjar appir:

  • eReolen, har danskar og føroyskar bøkur liggja.
  • eReolenGO, har barna- og ungdómsbøkur eru.
  • Libby, sum hevur bøkur á enskum og øðrum málum. Júst hetta tilfarið kann tó framvegis finnast á heimasíðuni www.ereolenglobal.dk

Vónandi er henda broyting ikki ov órógvandi fyri okkara brúkarar. Tú ert altíð vælkomin inn á bókasavnið, um ivamál eru.

Niðanfyri er ein stutt video-vegleiðing um hvussu tú tekur appina niður og kemur í gongd at brúka hana.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

Yrkingin í novembur

Týsdagin 21. oktobur varð kunngjørt, at Vónbjørt Vang fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri savnið Svørt orkidé. Í h… Les meira »


01. november 2025
Til Bókasøvnini. Freistin at søkja um stuðul til føroyskar bøkur er 1. november 2025

Fráboðan um stuðul til fólkabókasøvn til keyp av føroyskum Les meira »


24. oktober 2025