Tíðindi
Adventsviðmæli
Fyrsta adventsbókin, ið vit hava valt, er skaldsøgan Jane Eyre frá 1847 eftir enska høvundin Charlotte Brontë.
Charlotte Brontë varð fødd 21. apríl 1816. Hon doyði fyri 170 árum síðani, tann 31. mars 1855, bert 38 ára gomul. Jane Eyre er ein menningarskaldsøga um eina unga kvinnu, sum vaks upp foreldraleys í Onglandi í 1800 talinum.
Høvuðspersónurin Jane veksur upp á barnaheimi. Seinni finnur hon sær arbeiði sum heimalærarinna á harragarðinum Thornfield Hall, hon fær tokka til arbeiðsgevaran, tann loyndarfulla Mr. Rochester, sum vil giftast við henni, hóast hann hevur krógvað konu sína á loftinum. Tá bókin kom út í 1847 undir dulnevninum Currer Bell, vakti hon ans. Tað vóru nøkur, ið dámdu sterku og ærligu kvinnurøddina, meðan onnur hildu, at Jane Eyre var ov sjálvstøðug og kensluborin.
Í dag verður Jane Eyre mett at vera ein týðandi klassikari, sum enn talar til lesaran við síni viðger av evnunum stríð, kærleika, morali og kvinnufrígeving.
Charlotte Brontë var elst av Brontë systrunum og gav fýra skaldsøgur út : Jane Eyre (1847), Shirley (1849), Villette (1853) og The Professor (1857)
Landsbókasavnið hevur bókina Jane Eyre á enskum og eisini í danskari og russiskari týðing. Harafturat kann bókin lænast á eReolen og eReolen Global, bæði sum ebók og ljóðbók. Jane Eyre er gjørd til film og kann síggjast á Filmstriben.
Project Gutenberg: https://www.gutenberg.org/files/46/46-h/46-h.htm her kann bókin eisini lesast og hoyrast á enskum.
Góðan sunnudag
Seinastu greinar
Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá desember til jan… Les meira »
Triðja adventsbókin, ið vit hava valt, er skaldsøgan Emma eftir bretska høvundin Jane Austen. Jane Austen varð fødd 16. desember… Les meira »