Adventsviðmæli

07. desember 2025

Onnur adventsbókin er Málningurin av Dorian Gray eftir Oscar Wilde (1854-1900). Upprunaheiti er The Picture of Dorian Gray. Skaldsøgan frá 1890 er um ungan mann, sum stendur modell hjá listamálara, gerst hugtikin av sínum egna vakurleika og biður eina inniliga bøn um, at hann altíð skal verða verandi ungur og vakur, og málningurin av honum eldast í staðin fyri. Hann fer síðani undir at liva eitt siðleyst lív, og málningurin verður ljótari fyri hvørja siðleysa gerð, ið hann fremur. Men vil nakar í royndum vera fangaður í ævigum ungdómi og alt lívið ganga við ”ungdómsins vakra gekkaskorti”?

Skaldsøgan var umstrídd og fyri nógvum atfinningum, tá ið hon kom út, og hon bleiv nakrar ferðir tikin aftur av útgevarum. Í dag verður hon tó mett sum ein av bestu skaldsøgunum í 19. øld og eitt av bestu verkunum eftir Oscar Wilde.

Skaldsøgan kom út á føroyskum í 2025. Sprotin gav út og Agnar Artúvertin týddi. Afturat Málninginum av Dorian Gray skrivaði Oscar Wilde m.a. verkini The Happy Prince and Other Tales (1888) og The Importance of Being Earnest (1895).

Landsbókasavnið hevur skaldsøguna á føroyskum og enskum, og hon kann eisini lænast á ereolen.dk

Góðan sunnudag


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Lesaravirðislønin 2026

Mikudagin 4. mars varð Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Vónbjørt Vang, fyri bókina "Svørt orkidé", á Landsbókasa… Les meira »


05. mars 2026
Vælkomin til handanina 4. mars kl. 17 á Landsbókasavninum

Tiltakið er alment. Umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit. Øll eru hjartaliga vælkomin! Les meira »


03. mars 2026