Tíðindi
Christian Matras 125 ár
Christian Matras varð føddur á Viðareiði tann 7. desember 1900. Christian var sera virkin sum bæði yrkjari, týðari og málfrøðingur. Hann andaðist 16. oktober 1988.
Í 1928 tók hann magistaraprógv í norrønari málfrøði og í 1933 vardi hann doktararitgerð sína um staðanøvn í Norðuroyggjum. Hann gjørdist lektari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og í 1952 bleiv hann tilnevndur professari. Í hesum tíðarskeiði bygdi hann upp stóra seðlasavnið, ið bleiv grundarlag undir føroyskum orðabókaarbeiði. Í 1965 bleiv Christian Matras leiðari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum og røkti starvið til 1971, tá hann legði frá sær.
Fyrsta yrkingasavnið hjá Matras var ”Grátt, kátt og hátt” (1926). Fyrsta bókin, ið hann týddi, var ”Ferð Gullivers til Pinkulingalands” (1922) eftir Jonathan Swift. Christian týddi nógvar bókmentir til føroyskt. Her í millum eisini bókmentir hjá javnaldrunum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen.
Í bókini ”Christian Matras - ritskrá í úrvali”, ið Føroya fróðskaparfelag gav út í 1980, stendur m.a. í formælinum: ”Christian er hóvligur maður, men tey, sum kenna hann væl, vita, at hann stamstundis er sera støðufastur. Evnini hevur hann góð, og tey hava saman við kærleika hansara til føroyska málið, góða vilja og stóru orku hansara gjørt hann til málkønasta fólk, ið vit higartil hava átt í Føroyum, samstundis sum hann er tann, ið hevur lagt mest eftir seg av skrivligum vísindaligum dygdarverkum máli okkara viðvíkjandi.” …. .”Hann týddi vísindagreinirnar í álmanakkanum í mong ár, og bókaummæli hansara munnu vera tey fyndugastu, ið komin eru á føroyskum máli. Fleiri týðingar av útlendskum stórverkum hevur hann ríkað mál og mentan okkara við, og sjálvur hevur hann roynst sum eitt hitt mætasta lýriska skald føroyinga. Hann hevur verið mongum skrivandi manni hollur stuðul og kveikjari.”
Vit hava valt at sýna fram útvaldar týðingar, yrkingasøvn og vísindaligar útgávur eftir Matras.
Tú ert vælkomin at nýta okkara teldil og hoyra Christian Matras lesa upp egnar yrkingar. Yrkingarnar blivu lisnar inn í 1969 og eru eisini at finna í bandasavninum hjá Fróðskaparsetrinum.
Framsýningin er frammi til 19. desember 2025.
Seinastu greinar
Christian Matras varð føddur á Viðareiði tann 7. desember 1900. Christian var sera virkin sum bæði yrkjari, týðari og málfrøðingur… Les meira »
Onnur adventsbókin er Málningurin av Dorian Gray eftir Oscar Wilde (1854-1900). Upprunaheiti er The Picture of Dorian Gray. Skal… Les meira »