Altjóða OPIN ATGONGD vika 19.-25. oktober 2026

19. oktober 2026

Evnið í ár er: „Kostnaðurin av vitan“, og leitað verður eftir svarinum uppá, hví vitan kostar alsamt meir.

Altjóða OPIN ATGONGD vika ella Open Access Week verður hildin í oktober hvørt ár. Í ár er vikan frá 19. - 25. oktober 2026. Evnið í ár er: Kostnaðurin av vitan, og leitað verður eftir svarinum uppá, hví vitan kostar alsamt meir.

Vit skapa og deila vitan fyri at menna okkara vit og skil. Vit viðurkenna, at atgongd til og miðling av vitan er ein mannarættur. Kortini heldur kostnaður av atgongd til vitan fram at hækka, ofta sera nógv. Hví er tað so? Hvør hevur gagn av tí?

Opin atgongd (OA) er ein altjóða rørsla, sum arbeiðir fyri at gera gransking og vísindaligt tilfar tøkt á netinum til øll uttan gjøld.

Opin atgongd vika leggur dent á, at fræls og ókeypis atgongd (í elektroniskum formi) skal vera til granskingarúrslit, sum eru fíggjað við almennum pengum.

Les meira á: https://www.openaccessweek.org/blog/2026/theme

Fyrimunir við OA:

Økt atgongd og ávirkan / Frí atgongd til upplýsingar og vitan / Framstig í vísindum gerast skjótari, og vitan økist / Atgongd hjá almenninginum / Samfelagsligur fyrimunur / Minni kostnaður fyri bókasøvn og samfelagið sum heild.

Skrá yvir bøkur við opnari atgongd: https://www.doabooks.org/

Skrá yvir tíðarrit við opnari atgongd: https://doaj.org/

 

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Heiðrun

Seinastu greinar

Altjóða OPIN ATGONGD vika 19.-25. oktober 2026

Evnið í ár er: „Kostnaðurin av vitan“, og leitað verður eftir svarinum uppá, hví vitan kostar alsamt meir. Les meira »


19. oktober 2026
15 góðar um Nobelheiðurslønarvinnarar í bókmentum

Tann 15. í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning, við 15 útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá oktober til november er ev… Les meira »


15. oktober 2026