Tiltak á Landsbókasavninum 24. mars 2019 - V. U. Hammershaimb 1819-2019

19. mars 2019

2019 er merkisár í føroyskari mentanar- og málsøgu, tí í ár eru liðin 200 ár, síðan V.U. Hammershaimb varð føddur í Sandavági í 1819. Hetta hátíðarhilda vit á Landsbókasavninum við smærri fyrilestrum, framsýning, útgávu av nýggjum frímerki og útgávu av einum tematíðarriti av Frøði um m.a. V. U. Hammershaimb.

 

Skráin:

Kl. 15.00 - 16.30

- Annika Smith landsbókavørður bjóðar vælkomin

- Høgni Hoydal mentamálaráðharri setur tiltakið

- Kári Sverrison syngur tilfar sum V.U. Hammershaimb hevur innsavnað

- Christer lindqvist professari á lærda háskúlanum í Greifswald heldur fyrilesturin: Hvussu føroysk stavseting varð til– gandur má hava verið uppí

- Kaffistøðgur

- Framsýningin Hammershaimb 200 ár letur upp

- Posta, Kim Simonsen og Ole Wich leggja nýtt miniark fram, ið hátíðarheldur V. U. Hammershaimb

- Helgi Jacobsen og Kim Simonsen leggja nýtt temablað av Frøði um V. U. Hammershaimb fram.

- Kim Simonsen Amsterdam Universitet heldur fyrilesturin: Frá V. U. Hammershaimb til brøðurnar Grimm og romantisk nationalisma í Evropa

- Spurningar og kjak

- Kári Sverrison syngur tilfar sum V.U. Hammershaimb hevur innsavnað


Aftur til tíðindi
Skrivað: Tanya Møller

Seinastu greinar

Yrkingin í oktobur

Yrkingina í oktobur hevur Jakob Jakobsen skrivað. Hon stendur í bókini "Stjørnudust: úr føroyskum yrkingum í 200 ár", sum Ungu Før… Les meira »


01. oktober 2026
FREISTIN AT SØKJA UM BÓKASAVNSGJALD ER Í MORGIN!!!!!

Hevur tú givið út bók fyri fyrstu ferð? Freistin at søkja um bókasavnsgjald er 1. oktober 2026. GG Upplesarar hava nú eisini rætt… Les meira »


30. september 2026