Fyrilestur á Landsbókasavninum um hondverkið at gera standmyndir

05. august 2019

Hóskvøldið 8. august klokkan 19.30, verður fyrilestur um handverkið at gera standmyndir.

Fyrilestrahaldarin er Pontus Kjerrman, sum seinastu 35 árini hevur undirvíst í gipsstoyping við Kunstakademiets Billedhuggerskole í Keypmannahavn.

Pontus Kjerrman varð sjálvur upptikin við Kgl Danska Kunstakademi í 1979.

Pontus Kjerrman hevur júst givið út bókina: Formning og støbning - stuk og skulpturteknikker, sum er skrivað við støði í tí undirvísingartilfari, ið hann hevur gjørt gjøgnum árini sum lektari á Kunstakademinum.

Fyrilesturturin tekur støði í lívslangu royndunum hjá Pontusi Kjerrman í stoypiteknikkum og sum listamaður.

Møguleiki verður at keypa bókina aftaná fyrilesturin.
See Less


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Stongt fríggjadagin 6. novembur 2026

Vegna fakligan starvsfólkadag er Landsbókasavnið stongt fríggjadagin 6. novembur 2026. Vinarliga haldið okkum til góðar. Les meira »


03. november 2026
25 ára starvsdagar á Landsbókasavninum

Fríggjadagin 30. oktober varð skipað fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at Sóleyg Kjærbæk og Alis Joensen hava havt 25 ára starvsda… Les meira »


02. november 2026