Bókasavnskervi og bókasavnssamstarv

Sambært Kapittul 2 í Bókasavnslógini um bókasavnskervi og bókasavnssamstarv skulu bókasøvn, ið virka sambært løgtingslógini mynda bókasavnskervi landsins og taka lut í samstarvi millum bókasøvn, ið Landsbókasavnið skipar fyri.

  • Bókasøvnini skulu vera partur av bókasavnsskipan, ið Landsbókasavnið hevur góðkent.
  • Bókasøvnini skulu vera partur av felags lánisamstarvi millum bókasøvn, bæði innanlands og uttanlands.

Kunngerð um stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum

Við heimild í § 10, stk. 2 í løgtingslóg nr. 78 frá 1. juni 2023 um bókasøvn (Bókasavnslógin) verður
ásett:
§ 1. Stuðul verður veittur kommunum til menning av fólkabókasavnstænastum.


§ 2. Landsstýrisfólkið fráboðar kommununum í seinasta lagi 31. mars á hvørjum ári, hvussu ætlanin er at býta játtanina, ið eftir ætlan verður sett av til stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum, fyri komandi árið, sbr. tó § 4, stk. 2.
Stk. 2. Stuðulin kann verða latin til bókakeyp og talgildar tænastur, ella til skipan av samstarvi millum kommunur um fólkabókasavnstænastur, sbr. stk. 3.
Stk. 3. Stuðul til skipan av samstarvi millum kommunur um fólkabókasavnstænastur verður bert latin eftir avtalu við kommunur, ið hava fólkabókasøvn við starvsfólki við hægri bókasavnsfakligari útbúgving ella bókavarðaútbúgving í starvi.


§ 3. Landsbókasavnið umsitur stuðulin til menning av fólkabókasavnstænastum.

 
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum fyri 2024 verður fráboðaður í seinasta lagi 1. september 2024.

Kunngerðin sæst her