Tíðindi
Føroyska bók 200 ár
Í sambandi við at 200 ár eru liðin frá tí at fyrsta bíbliutýðing á føroyskum máli kom út á prent, hevur Landsbókasavnið eina snarsýning, sum vit kalla tað, við tekstum um og eftir Johan Henrich Schrøter (1771-1851).
Matteusar-týðing J. H. Schrøters, sum kom út í Randers í 1823, ber tittulin „Evangelium Sankta Matthæussa, aa Førisk o Dansk“. Hon var givin út av danska Bíbliufelagnum í 1500 eintøkum. 1200 eintøk vórðu latin føroyingum, so at hvørt hús kundi fáa eitt eintak. Bókin varð kallað „Føroyska bók“ og hóast tað fekk bókin „[í] fyrstu syftu eina heldur kaldliga mótitøku, ja, mótitøkan var so, at hon forðaði fyri framhaldi í bíbliutýðing í mansaldrar.“ (Sí Matras, Chr. (1973). Evangelium Sankta Matteusar II. Um týðingina av bókini. Síða 7).
J. H. Schrøter var føddur og barnvaksin í Føroyum. Ættarnavnið Schrøter hevði hann frá faðir sínum, sum æt Christian Gottlob Schröder (1724-1781) og var frá Slesiu (tá partur av Týsklandi, nú landslutur í Póllandi). Navnið Johan Henrich var úr móðurætt hansara, hon æt Anna Elisabeth Hammershaimb (1740-1780). Í handritasavninum á Landsbókasavninum er varðveitt skriv um C. G. Schröder og prentaði brúdleypssangurin hjá Hr. og Frú Schrøder (við -d í navninum).
Landsbókasavnið varðveitir átta eintøk av Matteusar evangeliinum hjá Schrøter og verða tey øll sýnd fram til um miðjan januar 2024. Bókin er annars at síggja á internetinum hjá archive.org: https://archive.org/.../evangeliumsankta.../page/n3/mode/2up
Handritið til týðingina av Matteusar evangeliinum eftir Schrøter er varðveitt á Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn: https://soeg.kb.dk/.../45KB.../1pioq0f/alma99122169476205763
#handrit #handritasavn #Landsbókasavnið
Seinastu greinar
Í sambandi við at 125 ár eru liðin, síðani William Heinesen varð borin í heim, hevur Landsbókasavnið gjørt eina minnisframsýning.… Les meira »
Vit byrja árið 2025 við einari yrking hjá Aski Skaalum Gregersen. Askur lesur í løtuni bókmentafrøði í Keypmannahavn. Hann hevur e… Les meira »