Føroyskar ljóðbøkur til børn eru komnar á eReolen GO

25. juni 2024

Á eReolen GO, sum er talgildi pallurin hjá donsku fólkabókasøvnunum til børn millum 7-14 ár, finnur tú nú eisini føroyskar ljóðbøkur.

eReolen GO er tøk á heimasíðuni ”www.ereolengo.dk” og á appini ”ereolen GO!”

Tú ritar inn við lánaranummar og kotu júst sum á eReolen.

Soleiðis leitar tú føroysku ljóðbøkurnar fram á appini á fartelefonini:

Leita við * í leititeiginum
Vel “Filtrer”
Vel “Færøsk” undir mál
Nú ber til at síggja føroysku ljóðbøkurnar
 

Ella:

1. Lat appina upp og vel “Søg” niðast

2. Vel kategoriina “Lydbøger”

3. Skrolla niðast á síðuna og vel “Vis alle titler”

4. Nú kemur ein síða fram, har tað stendur “Filtrer” ovarlaga á síðuni. Trýst á “Filtrer”.

5. Skrolla niður til “Sprog” og vel “færøsk”.

6. Trýst so á “Anvend” niðast.

7. Voilá! So eru føroysku ljóðbøkurnar har.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Leyst starv til lesandi

Savnshjálpari til Landsbókasavnið (4 tímar um vikuna) Les meira »


06. september 2024
Framsýning við kollasjulist eftir Vónbjørt Vang

Nýggj framsýning er sett upp í forhøllini á Landsbókasavninum. Framsýningin er opin árið út, og tú ert vælkomin tá bókasavnið er o… Les meira »


02. september 2024