Tíðindi
Danska Mediearkivet er opið aftur
Atgongd fæst á Landsbókasavninum og størru bókasøvnunum úti um landið.
Í eina tíð hava brúkarar á størru bókasøvnunum í Føroyum, á Fróðskaparsetrinum og á Landsbókasavninum havt trupulleikar við at sleppa framat grunninum við donskum dagbløðum og faktíðarritum.
Veitarin, sum var Infomedia, er nú lagdur saman við Retriever, og grunnurin er fluttur á nýggjan pall. Hetta gekk ikki so smidliga, sum veitarin ætlaði. Men nú er opið aftur, og grunnurin líkist sær sjálvum.
Atgongd fæst við IP-adressum, sum merkir at brúkarar mugu vera staddir á einum stovni, sum hevur hald. Tað er í hesum føri á Landsbókasavninum, Klaksvíkar bókasavni, Bókasavninum við Løkin, Býarbókasavninum í Havn og á deildunum hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Seinastu greinar
Hetta er sera óheppi, og vit harmast um støðuna. Arbeitt verður við sakini, og vit kunna tykkum aftur, so skjótt nýggja appin er k… Les meira »
Kvæðahandritið er 90 bløð og inniheldur umleið 35 kvæði. Les meira »