Ljóðbókatænastan

Ljóðbókatænastan
Ljóðbókatænastan skal útvega ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst. Somuleiðis skal Ljóðbókatænastan skipa fyri, at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarunum á bókasøvnum landsins.
Málið við Ljóðbókatænastuni er at tryggja almenninginum, men fyrst og fremst teimum, sum hava serligan tørv, atgongd til so nógv sum gjørligt av tí lesitilfari, sum kemur út á føroyskum, eisini á øðrum miðlum enn prenti. Dentur verður lagdur á, at útgávurnar bókmentaliga, málsliga og tøkniliga hava bestu góðsku.
Arbeiðið hjá Ljóðbókatænastuni fer fram í samstarvi við ráðgevandi nevnd við umboðum fyri brúkarar, avvarðandi feløg og bókasøvn.
Í ráðgevandi nevndini eru:
- Nám
- Føroya Blindafelag
- Sjóndepilin
- Landsbókasavnið
- Býarbókasavnið
- Felagið fyri Lesi- og skriviveik
Fyristøðufólk fyri Ljóðbókatænastuna er Elin Brimheim Heinesen, elinh(at)landsbokasavnid.fo, tlf. 790527.

Ljóðbókatænastan heldur til í J.C. Svabos gøtu 17 - í veghæddini í stóra hvíta húsinum yvirav Landsbókasavninum.
